VINNUSTERKAR FØROYAR

Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum og hetta eigur at koma øllum okkum til gagns. Ríkidømi okkara kemur ikki av ongum, men er beinleiðis avleiðing av okkara sterka vinnulívi og hartarbeiðandi fólki.

Málsetningurin fyri okkara vinnulív má vera, at vit altíð sjálvi skapa okkara egnu virðir, at burðardygdin er í hásæti og at vit altíð eggja til íverksetan og nýhugsan.

Vit eiga at styrkja okkara útbúgvingarstovnar, so vit skapa vitan í okkara egna landi, sum vinnulív okkara kann fáa stórt gagn av. Stórur partur av okkara ungdómi er longu væl útbúgvin, at tey flyta heimaftur og/ella vera verandi í Føroyum og lesa. Annars missa vit vitan av landinum.

Oftani verður sagt, at vit hava ov fá bein at standa á. Vit mugu tora at hugsa nýtt og skapa nýggjar vinnuvegir. Føroyar eru ikki eitt ómøguligt land, men eitt land fult í møguleikum. Føroyar hava stórar vakstrarmøguleikar, t.d. í:

KT-vinna

KT-vinnan skal sleppa at vaksa seg stóra, tí KT er framtíðin. Í KT vinnuni hava vit ikki somu avmarkingar, sum vit hava í aðrari siðbundnari vinnu, viðv. staðseting okkara í Norðuratlantshavi. KT-vinnan er vitanartung og tí skulu vit altíð miða eftir at útbúgva fleiri KT-fólk. Setrið tekur í dag lesandi upp annaðhvørt ár – eitt fyrsta stig kundi verið at tikið inn á hvørjum ári.

Ferðavinna

Ferðavinnan hevur stórt potentiali og kann skapa arbeiðspláss í sjálvt minstu bygdunum í Føroyum. 100-túsundtals ferðafólk vitja okkara náttúruperlu árliga. Higartil hevur ferðavinnupolitikkurin lagt dent á kvantitet – nú eiga vit at flyta yvir til kvalitet, so vit fáa sum mest burturúr.

Ílegugransking

Ílegu- ella gengransking er vorðin ein stór vinna í Íslandi, tí teirra ílegubanki er so serligur. Okkara er uppaftur serligari og tað er stór skomm, at vit ikki megna at skipa gransking innan økið í Føroyum. Okkara serstaki ílegubanki ger tað møguligt, at skapa eina vinnu, ið ger heiluvág, sum kann steðga sjúkum kring allan heimin.

Fiski- og alivinna

Fiski- og alivinna: Fiski- og alivinnan eru høvuðsvinnurnar í Føroyum, men enn er eitt ótal av møguleikum, ið enn ikki eru royndir. Í dag framleiða vit fyrst og fremst frystan og óvirkaðan fisk – men vit kunnu fáa so nógv meir fyri fiskin, um vit virkaðu hann í Føroyum. Hetta hevði samstundis skapt eina ørgrynnu av arbeiðsplássum. 

Samstundis er nýggj alivinna við at koma seg, nevniliga taraaling. Fleiri granskarar hava víst á, at taraaling verður millum skjótast vaksandi vinnurnar í framtíðini. Taraaling er eisini umhvørvisvinarlig og upptekur Co2. Hesari vinnu mugu vit stimbra.

Føroyar er ríkasta tjóðin í heiminum, tá umræður fiskiríkidømi. Hetta ríkidømi er ogn Føroya fólks og skal koma øllum samfelagnum til góðar. Vit í Unga Tjóðveldið hava fult álit á egnan mátt og megi, og tí skulu útlendingar ikki sleppa at eiga í ogn Føroya fólks. Øll eiga at hava somu møguleikar, at bjóða seg fram í fiskivinnuni – so at t.d. ein ungur skipari við góðum hugflog kann sleppa at royna seg og seta føtur á egið dekk.