MENTANARRÍKAR FØROYAR

Ein tjóð má hava ein samleika, um hon av sonnum skal kalla seg eina tjóð. Hendan samleikan kalla vit mentan.

Tá tú hugsar um Føroyar, eru tað grindaveiða, tjaldrið, føroyskur dansur og málið, ið ofta rennur til hugs. Hetta er siðbundna mentanin, og hon má styrkjast og varðveitast. Tí hetta er tað, sum vit eru. Føroyar hava eina ríka mentan, ið allatíð skal haldast við líka, soleiðis at vit kenna okkum sjálvi. Soleiðis kunnu vit styrkja um okkara felagsskap.

Vit skulu eisini byggja uppá okkara mentan, við nýggjari list, filmslist, bóklist, myndlist, tónlist og aðrar listagreinar. Vit skulu tora at gera íløgur í okkara mentanarfólk, so tey kunnu arbeiða undir sømuligum korum. 

Mentanin í Føroyum dettur mangan niðurfyri á føroysku fíggjarlógini. Unga Tjóðveldið vil, at mentanarøkið verður uppraðfest av politisku skipanini. M.a. eiga vit at styrkja Mentanargrunn landsins og stovna filmsgrunn, so tað ikki longur er høvdi hjá landsstýrismanninum í mentamálum, sum avger, hvør fær stuðul

Ítrótturin knýtir okkum sum stjóð. Onki er so savnandi sum ein landssdystur ella um ein føroyingur luttekur á altjóða ítróttakapping. Ítróttafólk seta okkum á heimskortið við dygdum og úrslitum sínum, ið mangan er í heimsflokki. Vit vilja, at okkara ítróttafólk altíð kunnu íðka og prestera undir Merkinum – hetta kann einans fremjast við loysing!

Alt skúlatilfar eigur at vera á føroyskum, so børn og ung kunnu læra móðurmálið væl og virðiliga. Heimastýrisslógin skal avtakast, so føroyskt veruliga kann gerast tjóðarmál Føroya. 

Fólkaskúlin eigur at læra okkara ungdóm innan mentan. Føroyski ungdómurin skal læra um føroyska søgu og list. Okkara ungdómur skal læra at vera kreativur og kritiskur mótvegis samfelagnum, soleiðis kunnu vit skapa varandi kjak í samfelagnum. Vit skulu breiðka kunnleikan hjá okkara ungdómi til politikk og fólkaræðisligar tilgongdir. Tað skal í hesum sambandi arbeiðast fram ímóti at valaldurin verður 16 ár. Vit skulu vísa okkara ungdómi álit og geva honum ábyrgd.