SAMHALDSFASTAR FØROYAR

Samhaldsfesti merkir solidaritetur. Veruligt samhaldsfesti, er tá vit øll lyfta hetta samfelagið í felag, og har breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.

§1 í stevnu Tjóðveldis sigur soleiðis:

Tað er altavgerandi, at øll skulu trívast í Føroyum og at Føroyar rúma øllum. Pengar skulu ikki vera ein forðing fyri, at tú eins væl og onnur, kann fáa eina útbúgving, sleppa til sjúkraviðgerð, sálarhjálp, í skúla ella annað.

Vit skulu tryggja javnbjóðis møguleikar uttan mun til førleikar, aldur, fíggjarliga støðu, o.s.fr.

Skulu Føroyar rigga, er tørvur á okkum øllum; kvinnum og monnum, ungum og gomlum, faklærdum og ófaklærdum. Skulu øll hava somu møguleikar, mugu vit lyfta í felag. Vit vilja einar Føroyar, har føroya fólk fíggjar allar samfelagsskipanir og tilboð – einar Føroyar har breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðuna.

Unga Tjóðveldið byggir sín politikk á frælsi og fólkaræði. Frælsi hjá tí einstaka skal ikki avmarkast til ríkidømi í pengum, tí at tað er meira enn pengar, ið gera eitt samfelag ríkt.

Tað er uppgávan hjá samfelagnum at lofta teimum, ið hava tørv á tí – tí samfelagið eiga vit øll!

Hvørjar Føroyar ynskir tú tær? Vit ynskja einar samhaldsfastar Føroyar!