FJØLBROYTTAR FØROYAR

Ymiskleiki og fjølbroytni eru júst tað, ið gera eitt samfelag sterkt. Fólkið í Føroyum er virðismiklasta tilfeingið, vit eiga. Tí kunnu vit aldrin útihýsa ella gera mismun móti fólki orsaka av kynsligari sannføring, samleika, húðarliti ella átrúnað, o.s.fr.

Samkynd skulu hava somu borgarligu rættindi sum øll onnur. M.a. verða samkynd pør í Føroyum ikki viðurkend sum foreldur – tað skulu vit broyta! Ongin hevur rætt at taka rættindi frá fólki, ið tey áttu at havt sum eina sjálvfylgju. Vit skulu ikki beina fyri ymiskleika, men heldur stuðla honum. 

Politiska skipanin hevur til uppgávu, at virka fyri at allir minnilutar í Føroyum verða virdir. Veruleikin er tann, at tað eru samkynd fólk í Føroyum, tað eru ymiskir trúðarbólkar her, og her eru fólk ymiskum húðarliti – tað skulu vit vera glað fyri! Fólkaskúlin skal arbeiða fyri at bróta tabu evnir sum best ber til.  Vit hava øll okkara ymiskleikar, og ongin dámar at vera fyri mismuni av teirra ymiskleika. 

Einki menniskja er eins, tó skulu øll hava somu grundleggjandi rættindi.