FRÆLSAR FØROYAR

Tað er ein sannroynd, at føroyska fólkið er eins væl fyri í allar mátar sum øll onnur fólk. Vit hava vælútbúgvin fólk, sum í allar mátar kunnu sammetast við onnur lærd fólk. Vit hava hartarbeiðandi fólk – Føroyar eru tað landið í Evropa, har flest fólk arbeiða. Tí er onki, sum stendur til hindurs fyri, at vit sjálvi kunnu reka og stýra okkara land.

Okkara fyrimunur er, at ongin onnur tjóð ella stjórn er betur egnað, at stýra okkara landi, enn vit sjálvi. Vit kenna okkara oyggjar best. 

Øll søgan sigur okkum, at tað er tá vit sjálvi hava tikið ábyrgd, at umstøðurnar at liva og virka eru blivnar betri í Føroyum. Hvørjaferð vit hava tikið fet á tjóðskaparleið og yvirtikið málsøki, hevur ongin angrað tað. Ongantíð er eitt málsøki flutt aftur til Danmarkar.

Vit ásanna, at sokallaði “ríkisfelagssapurin” er grundleggjandi ódemokratiskur. Tað kann aldrin vera rætt og tað kann aldrin verjast, at eitt annað land hevur evsta valdið í Føroyum. Tað skal og eigur altíð at vera Føroya fólk sjálvt, ið avger hvønn veg vit skulu fara sum land. Alt annað er ódemokratiskt.

Frælsi skal takast og arbeiðast fyri. Tað kemur aldrin av sær sjálvum. Tað er bert eitt, sum heldur okkum frá at taka síðstu stigini á fullveldisleið, og tað er okkara egna afturhaldni.

Tað sigur seg sjálvt, at ein tjóð, ið hevur livað í kúgan og hevur mist síni rættindi, spakuliga byrjar at halda, at hon er ikki før fyri at stýra ella hava sjálvræði. Søgan sigur okkum, at tað var afturhaldni frá føroyinginum, sum gjørdi, at føroyskt ikki kundi gerast undirvísingarmál. Tað var eisini afturhaldsinnaðar røddir, sum søgdu, at tað ikki bara til at gera vegir í Føroyum. Tú kundi heldur ikki snakka føroyskt í kirkjuni, tí at hin sami Guð, sum tey søgdu kundi telja hvørt hár á tínum høvdi, hann dugdi ikki føroyskt… 

Ofta verða frælsi og loysing knýtt at pengum – tað er í ávísan mun eisini rættvíst. Men frælsi snýr seg fyrst og fremst um at trúgva á egnan mátt og megi, at standa á egnum beinum og at fáa veruligt fólkaræði í Føroyum.

Føroyar eru millum 3-4 ríkasta tjóðin í heiminum. Um vit ikki klára frælsi, hvør skal so? Pengarnir úr Danmark eru í dag bert 3 kr. av hvørjum 100 krónuseðili, sum vit sjálvi skapa. Vit hava einki at verða bangin fyri, tá tað snýr seg um pengar.

Loysing merkir samband – ikki samband, ið avmarkar seg til ein lítlan “ríkisfelagsskap”, men samband við allan umheimin. Frælsi læsir ikki nakrar dyr, men letur nýggjar upp – dyr, ið lova okkum at umboða og verja okkum sjálvi í altjóða høpi.