
Stutta svarið er ja. Sjálvandi sleppa vit tað.
Tað er norðurlendska Helsinkiavtalan, ið tryggjar okkum ókeypis lestur í øllum Norðurlondum.
Avtalan tryggjar m.a. øllum norðurlendskum borgarum ókeypis lestur í hinum Norðurlondunum. Í dag sleppa vit eisini at lesa ókeypis í Noregi, Svøríki, Íslandi, o.s.fr. – sjálvt um vit ikki eru partur av teimum londunum.
Sostatt hava Danmark ella “ríkisfelagsskapurin” onki at gera við, um vit sleppa at lesa niðri ella ei.
Hetta sigur Helsinkiavtalan um útbúgving í Norðurlondum:

Helsinkiavtalan er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum. Hon kemur inn á nógv ymisk øki umframt útbúgving. M.a. kann nevnast sosialt samstarv, mentanarligt samstarv og umhvørivsvernd.
Føroyar eru fevndar av Helsinkiavtaluni, men vit eru ikki partur av Norðurlandaráðnum, tí vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð – enn! Høvdu vit verið sjálvstøðug, høvdu vit fult og heilt kunnað gagnnýtt samstarvið við Norðurlond og allan umheimin!