Ja, tí vit betala sjálvi fyri tað longu í dag.

Vit rinda í dag – umvegis skattin – sjálvi fyri allar sjúkraviðgerðir uttanlands – eisini í Danmark.

Seinastu árini hava vit rindað áleið 140 milliónir krónur um árið fyri viðgerðir uttanlands.

Viðgerðirnar eru ikki einans í Danmark ella á Ríkishospitalinum. Til dømis fóru føroyskar kvinnur í langa tíð til Íslands til viðgerð fyri bróstkrabba – og vit eru jú ikki partur av Íslandi. Sostatt hava Danmark ella “ríkisfelagsskapurin” einki við sjúkraviðgerðir uttanlands.

Vit betala sjálvi fyri tað og gera sjálvi avtalur við lond um viðgerðirnar.