
Enn einaferð skjóta vit í Unga Tjóðveldið summarið í gongd við slupptúri kring okkara einastandandi vakru oyggjar!
Slupptúrurin verður hósdagin 7. juli og vit byrja niðri á Høgukai (Uttanfyri Skeiva Pakkhús) klokkan 17:30. Síðani stíga vit umborð á Westward HO og byrja rundferðina kring Suðurstreym. Umborð fáa vit góðar tónar, felagssang við Loysingarorkestrinum, røður og nógvan hugna. Vit bjóða okkurt leskiligt at drekka og okkurt smávegis til matna.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði ung og gomul! <3
Kostnaðurin er 100 kr. fyri limir í Unga Tjóðveldinum og 250 krónur fyri onnur. Pengarnir kunnu flytast á kontonummar: 9181 0004228873. Minst til at viðmerkja navn!