Hví vil Danmark byggja ein radara í Føroyum?

Radarin er allarhelst tað fúlasta dømi um, hvussu ódemokratiskur “Ríkisfelagsskapurin” er. Danmark verður pressað av USA og NATO, og selur teimum Føroyar – Uttan okkara samtykki! Á uppslagnum niðanfyri gjøgnumganga vit málið:

Tjóðveldi fer sjálvandi aldrin at góðtaka slíka ódemokratiska viðferð. Tí legði Tjóðveldi uppskot fram um at einans Føroya Fólk og Løgtingið kunnu taka avgerðir um hernaðarmál í Føroyum – Tað eigur at vera logikkur fyri ein og hvønn! Tíverri feldi sambands-samgongan uppskotið!

Einasti mátin at tryggja, at avgerðir um Føroyar verða tiknar í Føroyum – og onga aðrastaðni – er loysing!

Unga Tjóðveldið skipaði, saman við SU, HUXA, FU og Unga Sjálvstýri, fyri einari mótmælisgongu á Vaglinum. Vit vilja hava fólkaræðið í Føroyum framum ALT!