Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið🇫🇴

Í einum demokratiskum samfelag er tað týdningarmikið at gera sína meining galdandi. Unga Tjóðveldið ynskir einar frælsar, rættvísar og grønar Føroyar. 

Flest okkara vita hvat fólkaræði merkir, ella hava eina hóming av tí. Men fá hugsa um í gerandisdegnum hvat tað veruliga vil siga, at liva í einum fólkaræði, og hvørjar skyldur tað hevur við sær. Fólkaræði er ikki bara at fara á val fjórða hvørt ár, og síðani lata tey, vit velja inn á ting, orðna restina tey næstu fýra árini. Fólkaræði krevur meira enn so. Um vit vilja vera errin av, at liva í einum fólkaræðisligum samfelagið, so mugu vit eisini taka lut, vera virkin og nøra fólkaræðið.

Unga Tjóðveldið hevur sum sagt fleiri mál, men fyri at røkka hesum málum er neyðugt, at samla virkisfúsan ungdóm, ið vil berjast fyri einum betri Føroyum.

Sum limur kanst tú

– Vera við til at skipa Føroyar sum fullveldisríki
– Taka ábyrgd
– Fáa ávirkan
– Koma við tínari meining
– Vera limur í einum sosialum felagsskapi