
Í august 2021 fóru vit undir átakið “Er órættur á matskránni?,” fyri at varpa ljós á manglandi arbeiðsrættindi hjá ungum í Føroyum. Vit savnaðu inn søgur frá dulnevndum ungum og beint undir 100 søgur komu inn!
Staðfestast kann, at alt ov nógv ung eru fyri órætti á teirra arbeiðsplássi. Órættur kemur fyri í nógum ymsum formum, t.d. ov lág løn, happing, at vera trektur í løn, ongan sáttmála, arbeiðið verður goldið við øðrum enn peningi, o.s.fr.
Vit byrjaðu átakið, við tí í huga, at slíkt serliga gongur fyri seg í tænastuvinnuni. Tíverri mugu vit staðfesta, at órættur kemur fyri í nærum øllum vinnugreinum og kring alt landið. Alt frá tænarum, kokkum og handilsfólki, til timburlærlingar og dekkarar skrivaðu til okkara. Niðanfyri sæst tú nakrar av søgunum, vit fingu inn.
Átakið fekk nógv uppmerksemi frá bæði miðlum og fakfeløgum. Unga Tjóðveldið hittist við SAMTAK, Føroya Arbeiðarafelag, SAMVERK og Starvsfelagið, um átakið. Vit vóna, at fakfeløgini gerast meira virkin, serliga fyri at tekkjast ungum. Vit í Unga Tjóðveldið eru altíð til reiðar at hjálpa til.
KVF gjørdi samrøðu við formann okkara, Rókur Herup Olsen. Hoyr samrøðuna við at trýsta her ella lurta eftir ljóðfíluni niðanfyri.
Eisini vildi Verkavarpið hjá Elisu Vang og Føroya Arbeiðarafelag gera samrøðu um átakið. Hoyr samrøðuna her:
