RÓKUR NÝGGJUR FORMAÐUR!✊

Av tí, at forkvinna okkara, Hervør Pálsdóttir var vald í løgtingið á løgtingsvalinum, so hevur nevndin umskipað seg. Hervør er farin frá sum forkvinna og kemur at vera nevndarlimur.

Rókur Herup Olsen er nýggjur formaður í Unga Tjóðveldinum. Rókur er arbeiðssamur sum fáur og eitt hugsjónarfólk.
Eingin ivi er um, at felagið er í góðum hondum undir hansara leiðslu!

Góða eydnu og til lukku – bæði Hervør og Rókur við nýggju sessunum!