Grønar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Grønar Føroyar!

Anna Malan Jógvansdóttir

Myndina hevur Anna Malan Jógvansdóttir málað.


Føroyingar liva av og við okkara náttúru. Tað hevur stóran týdning, at vit seta umhvørvið og náttúruvernd høgt á dagsskrá. Menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at heimurin hitnar óvanliga skjótt, umframt at vit dálka náttúruna við t.d. plasti.

Føroyar hava sett sær stór mál innan umhvørvið, men sjáldan er veruligur politiskur vilji aftanfyri. Vit eru av teirri fatan, at munagóð átøk mugu gerast, soleiðis at vit gerast grøn. Unga Tjóðveldið vil ganga á odda fyri at fáa umhvørvið, náttúru og varandi orkukeldur á breddan.

Okkara framleiðsla av varandi orkukeldum má raðfestast. SEV ynskir, at Føroyar skulu gerast heimsins grønasta oyggjasamfelag, og vit eru samd. Heldur enn at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, eiga vit at menna varandi orkukeldur.

Tað skal loysa seg at leggja húsini um til grønar orkuloysnir, har hesar skipanir eru frítiknar mvg. Samstundis eiga fyritøkur og skip, sum dálka at gjalda fyri hetta. Tað líkist t.d. ongum, at dálkandi útlendsk skip liggja í okkara sjóøkið, tí at tað loysir seg fíggjarliga hjá teimum at dálka hjá okkum.


Føroyar skulu gerast heimsins grønasta oyggjasamfelag, men so skal umhvørvisøkið so sanniliga eisini raðfestast hjá landinum, kommunum, privatum fyritøkum og fólki. Tó at vit ikki eru serliga nógv fólk í Føroyum, so dálka vit sera illa pr. íbúgva. Vit eiga tí at ganga á odda sum land og fólk og fara grønu leiðina. Latum okkum gerast undangonguland á hesum økjum. Vit vilja í samstarv við serfrøðini gera munagóð átøk.


Vit skulu fara til ein ringbúskap, har vit seta burðardygga menning við náttúru og menniskju í hásæti. Ringbúskapur merkir, at tilfeingið verður varðveitt í umferð í samfelagnum, og er sostatt ein uppgerð við, at tilfeingið fer frá útvinning til framleiðslu til nýtslu til burturkast. Ótálmaður búskaparvøkstur er ikki endamálið, um hetta hevur við sær, at vit ovurtroyta okkara náttúru.


Hesi átøk skulu fremjast umgangandi:

    - Allar oljuleitingar og oljuboringar undir Føroyum skulu steðgast beinanvegin.

    - Ítøkilig stig skulu takast at banna vørum við mikroplasti.

    - Avgjald skal setast á plastposar.

    - Tiltøk skulu setast í verk, soleiðis at í 2020 verða ongin nýggj hús bygd við oljufýrum í.

    - Hægri umhvørvisavgjøld á tungolju, bensin og diesel skulu fíggja gransking og menning av grønum loysnum.

    - Náttúruverndarlóg skal gerast, sum tryggjar at viðbrekin náttúruøki, plantu- og djórasløg verða vard.

    - Fleiri løðistøðir til elbilar og áfyllingarstøðir til vetnisbilar umframt at frítaka teir fyri mvg avgjald.

    - Allir almennir og kommunalir bygningar skulu hitast við grønari orku.

    - Landbúnaðurpolitikkur skal gerast, soleiðis at vit í størri mun gerast sjálvveitandi innan matvørur.

     
    Hvørjar Føroyar ynskir tú tær? Vit vita, at vit ynskja okkum einar grønar Føroyar!