Reglugerð Norðoya Unga Tjóðveldsins

§ 1. Felagið
Stk. 1. Norðoya Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Felagið hevur heimstað í Norðoyggjum.

§ 2. Endamál
Stk. 1. Endamál felagsins er at virka fyri stovnsetan av sjálvstøðugari føroyskari tjóð, og styðja og fremja tjóðveldishugsjónina, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í stevnu Tjóðveldis, eins og at vekja um politiska áhugan millum ung í Norðoyggjum.

§ 3. Limir
Stk. 1.
 Tann, ið tekur undir við stevnu floksins kann gerast limur.
Stk. 2. Limur kann hvørki vera limur í øðrum politiskum ungmannafelag ella flokki í Føroyum samstundis, Tjóðveldi undantikið.
Stk. 3. Nevndin skrásetir limir, ið ynskja at tekna seg í felagið. Ynskir limur at strika skráseting sína, skal viðkomandi sjálvur bera nevndini boð um hetta.
Stk. 4. Er illgruni um, at limur onkursvegna tarnar ella arbeiðir ímóti áhugamálum felagsins, verður málið tikið upp av landsnevnd Unga Tjóðveldsins. Landsnevndin ger tilmæli til lands- ella eykalandsfund, ið endaliga skal taka støðu til møguliga burturvísing av limi. Økisfelagið hevur ikki heimild at burturvísa limi, men kann gera viðmerkingar.

§ 4. Aðalfundurin
Stk. 1.
 Aðalfundurin er evsta vald í Norðoya Unga Tjóðveldið.
Stk. 2. Allir limir felagsins undir 30 ára aldur hava rætt til at atkvøða á aðalfundinum.
Stk. 3. Limagjald verður ásett av aðalfundinum (sambært §7).
Stk. 3.1. Verður onki samtykt av aðalfundinum ásetir nevndin limagjaldið.
Stk. 4. Regluligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í januar-februar mánað. Fundurin verður lýstur alment minst tíggju dagar áðrenn aðalfundin.
Stk. 5.
 Á aðalfundinum verður roknskapur lagdur fram til góðkenningar. 
Stk. 6. Nevndin ger sjálv skrá til aðalfundin.

§ 5. Eykaaðalfundur
Stk. 1. Eykaaðalfundurin hevur eins stórt vald og aðalfundurin.
Stk. 2. Fundurin verður lýstur alment minst sjey dagar áðrenn eykaaðalfundin.
Stk. 3. Nevndin ger sjálv skrá til eykaaðalfundin.

§ 6. Nevndin
Stk. 1. Evsta vald millum aðalfundir og eykaaðalfundir er nevndin.
Stk. 2. Umboðini í nevndini verða vald á árliga aðalfundinum við loyniligari atkvøðugreiðslu. 
Stk. 2.2. Formaður/kvinna verða vald umvegis serskilda atkvøðugreiðslu.
Stk. 2.3. Aðal- og eykaaðalfundur kann viðtaka, at nevndin velur at skipa seg uttan formann/kvinnu.
Stk. 3. Nevndin skal verða mannað av í minsta lagi 3 og í mesta lagi 7 nevndarlimum. Stilla fleiri enn 7 upp, verður skipað fyri atkvøðugreiðslu. 

Stk. 3.2. Valdir kunnu verða upp til 2 tiltakslimir.
Stk. 4. Nevndin, undantikið formaðurin/kvinnan (§ 6 Stk. 2.2), skipar seg sjálv.
Stk. 5. Økisfelagið eigur ein sess í landsnevnd Unga Tjóðveldsins, og velur nevndin sjálv hetta umboð.

§7. Viðtøkur
Stk. 1. Viðtøkur á aðal- og eykaaðalfundi verða gjørdar við einum meiriluta av møttu limunum.

§ 8. Lógarbroytingar
Stk. 1. Uppskot um lógarbroytingar í hesari reglugerð kunnu setast fram av limum felagsins á aðal- ella eykaaðalfundi.

§ 9. Avtøka av felagnum
Stk. 1.
 Avgerð um avtøku av felagnum verður tikin á aðal- ella eykaaðalfundi við einum meiriluta av 3/4 av møttu limunum. 
Stk. 2. Verður felagið avtikið fella møguligar ognir og virðir til Unga Tjóðveldið.