Øri og Tvøri


Í Føroyum er kalt og nógvur vindur. Tað er stormur, kavi og heglingur. Men hóast veðrið, so eru tað eitt ótal av ymiskum livandi, sum hevur tillagað seg eftir umstøðunum, soleiðis at vit kunnu vera errin av einum ríkum náttúrulívi.

Nýtt djóraslag funnið:

Stutt síðani var eitt nýtt djóraslag funnið í Føroyum. Talan er um tað heilt sjáldsomu og higartil rættiliga ókendu slanguna, vanliga nevnd "hosuslangan". Slangan ber sama ham, sum vanligar ítróttarhosur og er hon sermerkt fyri sítt lætta og skemtiliga lyndi, hóast onkur teirra sjálvsagt er stuttligari enn aðrar.


Slangurnar eru ikki altíð samdar!

Vit úr samtakinum "Frælsismyndir" fingu hendur á tveimum, nú val er, fyri at hoyra, hvat tær ætlaðu at velja og um tær annars høvdu nakrar meiningar um politisku støðuna í Føroyum. Báðar eru tær kallkyn og eita tær Øri og Tvøri. Tær brúka nógv av síni tíð til at sita saman og tosa um alt, sum hendir í Føroyum, men sigast skal at tær ikki altíð eru samdar. Øra dámar væl at arga Tvøra, sum er av tí gamla slagnum og tískil ikki dámar alt ov væl broytingar. Øri er hinvegin ungur og villur. Tvøri heldur hann vera svakan, tí hann millum annað heldur, at Føroyar skulu loysa frá Danmørk og gerast sjálvstøðug tjóð.


Slangurnar við í filmum:

Vit hava tikið nakrar samrøður upp, tá Øri argar og lumpar Tvøra, og tá Tvøri skeldar Øra. Samrøður sum fleiri føroyingar óivað hava sæð.