Reglugerð Eysturoyar Unga Tjóðveldsins

§ 1. Felagið
Stk. 1. Eysturoyar Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Felagið hevur heimstað í Eysturoy.

§ 2. Endamál
Stk. 1. Endamál felagsins er at virka fyri stovnsetan av sjálvstøðugari føroyskari tjóð, og styðja og fremja tjóðveldishugsjónina, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í stevnu Tjóðveldis, eins og at vekja um politiska áhugan millum ung í Eysturoynni.

§ 3. Limir
Stk. 1.
Limur kann gerast hann, ið tekur undir við stevnu floksins.
Stk. 2. Limur kann hvørki vera limur í øðrum politiskum ungmannafelag ella flokki samstundis.
Stk. 3. Nevndin skrásetir limir, ið ynskja at tekna seg í felagið. Ynskir limur at strika skráseting sína,
skal viðkomandi sjálvur bera nevndini boð um hetta.
Stk. 4. Er illgruni um, at limur onkursvegna tarnar ella arbeiðir ímóti áhugamálum felagsins, verður málið tikið upp av landsnevnd Unga Tjóðveldsins. Landsnevndin ger tilmæli til lands- ella eykalandsfund, ið endaliga skal taka støðu til møguliga burturvísing av limi. Økisfelagið   hevur ikki heimild  at burturvísa limi, men kann gera viðmerkingar.

§ 4. Aðalfundurin
Stk. 1.
Aðalfundurin er evsta vald í Eysturoyar Unga Tjóðveldið.
Stk. 2. Allir limir felagsins undir 30 ára aldur hava rætt til at atkvøða á aðalfundinum.
Stk. 3. Limagjald verður ásett av aðalfundinum (sambært §7).
Stk. 3.1. Verður onki samtykt á aðalfundinum ásetir nevndin limagjaldið.
Stk. 4. Regluligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í januar-februar mánað. Fundurin verður lýstur alment minst tvær vikur undan aðalfundinum.
Stk. 5.
Á aðalfundinum verður grannskoðaður roknskapur lagdur fram til góðkenningar.
Stk. 6. Nevndin ger sjálv skrá til aðalfundin.

§ 5. Eykaaðalfundur
Stk. 1. Eykaaðalfundurin hevur eins stórt vald og aðalfundurin.
Stk. 2. Nevndin skal, í seinasta lagið eina viku undan eykaaðalfundin, senda út almenn boð og fundarskrá.
Stk. 3. Nevndin ger sjálv skrá til eykaaðalfund.

§ 6. Nevndin
Stk. 1. Evsta vald millum aðalfundir og eykaaðalfundir er nevndin.
Stk. 2. Umboðini í nevndini verða vald á árliga aðalfundinum við loyniligari atkvøðugreislu.
Stk. 2.2. Formaður/kvinna verða vald umvegis serskilda atkvøðugreiðslu.
Stk. 3. Nevndin skal verða mannað av ólíkatali. Í mesta lagi 7 nevndarlimir og í minsta lagi 3. Stillar eitt líkatal ella fleiri enn 7 upp, verður skipað fyri atkvøðugreiðslu.
Stk. 3.2. Valdir kunnu verða upp til 2 tiltakslimir.
Stk. 4. Nevndin, undantikið formaðurin/kvinnan (§ 6 Stk. 2.2), skipar seg sjálv.
Stk. 5. Økisfelagið eigur ein sess í landsnevnd Unga Tjóðveldsins, og velur nevndin sjálv hetta umboð.

§7. Viðtøkur
Stk. 1. Viðtøkur á aðal- og eykaaðalfundi verða gjørdar við einum meiriluta av møttu limunum.

§ 8. Lógarbroytingar
Stk. 1. Uppskot um lógarbroytingar í hesari reglugerð kunnu setast fram av limum felagsins á aðal- ella eykaaðalfundi.
Stk. 2. Lógarbroytingar samtykkjast á aðal- ella eykaaðalfundi við einum meiriluta av 2/3 av møttu limunum. 

§ 9. Avtøka av felagnum
Stk. 1.
Avgerð um avtøku av felagnum verður tikin á aðal- ella eykaaðalfundi við einum meiriluta av 3/4 av møttu limunum. 
Stk. 2. Verður felagið avtikið fella møguligar ognir og virðir til Unga Tjóðveldið.