Hví gerast limur?



Í einum demokratiskum samfelag er tað týdningarmikið at gera sína meining galdandi. Unga Tjóðveldið ynskir einar frælsar, rættvísar og samhaldsfestar Føroyar. 

Tá ið tú lesur hetta, heldur tú kanska, at neyðugt er at taka lesibrillurnar og allar reglugerðir fram, hvørja ferð Unga Tjóðveldið samlast. Men so er ikki! Umframt kjak o.a. er tað stuttligt, at vera limur í Unga Tjóðveldið. Unga Tjóðveldið skipar fyri fleiri sosialum tiltøkum, har øll frælsisáhugaði kunnu taka lut. Sosialu tiltøkini fevna víða um. M.a. fólkafundir, veitslur og útferðir, sum bera dám av náttúru- og mentanarríku Føroyum. 
 

Sum limur kanst tú:

- Vera við til at skipa Føroyar sum fullveldisríki

- Taka ábyrgd

- Fáa ávirkan

- Koma við tínari meining

- Taka virknan lut í at skapa egna framtíð

 

- Gera møguleika til veruleika