Stevnan

Stevnan er tað, ið øll okkara hugsjón er grunda á. Hon er gjørd til stovnanina av Tjóðveldisflokkinum í 1948. Hon er óbroytt síðani tá, men enn líka sigandi. 

Stevna floksins

Samtykt á stovningarfundi floksins 22. og 23. mai 1948

1. Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.

Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk statt frammíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldir.

2. Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.

3. Til tess at tryggja og økja inntøkur fólksins sum heild, verður at leggja ætlan fyri uppbygging framleiðsluútbúnaðarins og uppdyrking landsins, at samskipa vinnulívsstarv einstaklinga og hins almenna, at bøta um og fremja yrkiskunnleika og vinnulívssermentan, at nýta bestu og fullkomnastu amboð og framleiðsluhættir, og at troyta vinnulívsmøguleikar, sum enn liggja á láni í fiskiskapi, landbúnaði, ídnaði, fossamegi og sigling.

Uttanlandshandilin allur, innflutningur og útflutningur, eins og peningamál, bankamál og gjaldoyrismál, verða heilt at koma undir eftirlit og umsjón samfelagsins.

4. Fólkið, sum starvar í framleiðsluni, jarðarmenn, fiskimenn og verkamenn eins og tænastufólk, eiga rættvísa løn fyri starv sítt.

5. Í skattamálum - beinleiðis og óbeinleiðis - verður hitt almenna at leggja rættvísan skatt á samfelagslimirnar. Tað almenna stendur til svars fyri, at skattauppgávan verður bein.

6. Øllum teimum, sum av sjúku, elli, óhappi ella vinnuloysi eru ikki før fyri at bjarga sær og sínum, verður veitt fullkomin hjálp og stuðul. Eingin eigur at koma í neyð ella undir vánalig kor av hesum orsøkum.

7. Grundarlagið undir mentan fólksins er bøttur barnaskúli. Øll børn hava rætt og skyldu til ókeypis framhaldslærdóm, annaðhvørt almennan lærdóm ella serstakan yrkislærdóm. Hægri skúlar, studentaskúli og lærdur háskúli, søvn og aðrir mentanarstovnar, kostað av samfelagnum, bera hægri mentan landsins og vísindi. Fátækt og fjarbýli eiga ikki at forða evnaligum ungfólki lærdóm og mentan. Mentamonnum, vísindamonnum og listamonnum tjóðarinnar verða tryggjað sømilig kor og líkindi at røkja størv síni.

8. Sum tjóð í frælsum landi taka føroyingar lut í altjóðasamstarvi um slík mál, sum týdning hava fyri tjóðina.

9. Tað verður at fara undir dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum samfelagsins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum.