Mentanarríkar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Mentanarríkar Føroyar! 


 

"Tjóðskaparkensla" merkir at hava kenslu fyri einum felagsskapi, ella at kenna seg sum partur av einum bólki. "Tjóðskaparrørsla" merkir at ynskja broyting ella betran fyri felagsskapinum. Tí kanst tú siga, at Unga Tjóðveldið er eitt slag av tjóðskaparrørslu í sær sjálvum. Vit ynskja okkara felagsskapi, ið er Føroyar, broyting og betring. Men ein tjóð má hava ein samleika, um hon av sonnum skal kalla seg eina tjóð. Samleikan kalla vit mentan. 

 

Tá ið tú hugsar um Føroyar, eru tað grindaveiða, Tjaldrið, føroyskur dansur og málið, ið ofta rennur til hugs. Alt hetta skal styrkjast, tí hetta eru tey, sum vit eru. Føroyar hevur eina ríka mentan, ið allatíð skal haldast við líka, soleiðis at vit kenna okkum sjálvi. Soleiðis kunnu vit styrkja um okkara felagsskap.
 
Vit  skulu eisini betra um okkara mentan og samleika. Vit mugu tora at gera íløgur í okkara mentanarfólki, soleiðis at tey kunnu virka undir sømiligum korum. Tá kunnu vit skapa fjølbroytni og rúm fyri nýggjum, og har tað er, har er trivnaður. 


Mentunarøkið er ofta tað fyrsta, ið verður niðurraðfest á fíggjarlógini í Føroyum. Vit gloyma hvussu týdningarmikið tað er, at vit raðfesta okkara samleika. Winston Churchill segði tá sparast skuldi av krígnum, at um vit ikki gera íløgur í okkara mentan, hvørjum er tað so vit berjast fyri.

 

Vit mugu verja okkara mentan, tí tað er hon, ið ger okkum til tað, ið vit eru. Mentanin er týdningarmiklasta málsøkið, tá ið hugsað verður um tjóðarbygging. Skúlabøkur skulu sjálvandi vera á føroyskum, eins og tað skal bera til, at lesa heimskendar bøkur á okkara móðurmáli. Vit skulu virða okkara listafólk, sum ígjøgnum tíðirnar hava skapt okkara samleika. Vit eiga til allar tíðir at stuðla teimum, soleiðis at nýggj mentan og list alla tíð verður gjørd. Tað skal altíð stuðlast so nógv sum til ber, tá ið tað snýr seg um tónlist, bóklist, myndlist og filmslist og aðrar listagreinar, sum møguliga ikki eru nevndar her.  

                                              

Kringvarpið skal hava bestu sømdir at virka undir. Tað hevur alt at siga fyri okkara tjóð, at hon hevur atgongt til ein virknan miðil, sum skal tryggja at nærleiki er ímillum fólkið og politikaran. Kringvarpið er eisini ein týdningarmikil miðil, tá hugsað verður um, hvussu vit vinna føroyska málinum frama. Samstarv skal eisini gerast ímillum Kringvarpið og tær listagreinir, ið vit hava. Tað er ein sjálvfylgja, at tað ið samfelagið játtar til listafólk, skal fólkið fáa aftur. Tí eigur Kringvarpið at hava samstarv við føroyingar, ið fáast við at gera film og tónleik, soleiðis at slík list kann vísast fyri øllum Føroya fólki. 

Fólkaskúlin eigur at læra okkara ungdóm innan mentan. Føroyski ungdómurin skal læra um føroyskari søgu og list. Tað skal verða álagt skúlanum, at vitja tey lista- og søgusøvnini, ið vit hava regluliga, soleiðis at børnini fáa kunnleika innan økið frá serfrøðini innan økið. Tað liggur ein týdningarmikil uppgáva hjá hvørjum ættarliði at betra um tað næsta ættarliði. Okkara ungdómur skal læra at vera kreativur og kritiskur mótvegis samfelagnum og bygnaði tess, soleiðis at vit kunnu skapa varandi kjak í samfelagnum. Vit skulu gera eina lærugrein, ið eitur fólkaræði. Undirvíst skal verða í samfelagsvísindi og í, hvussu tú kanst gera tína ávirkan á samfelagið. Vit skulu breiðka um kunnleikan hjá okkara ungdómi til politikk og fólkaræðisligar tilgongdir. Tað skal í hesum sambandi arbeiðast fram ímóti, at valaldurin verður 16 ár. Vit skulu vísa okkara ungdómi álit og geva honum ábyrgd.