Vinnusterkar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Vinnusterkar Føroyar!


 

Ímynda tær, um tú var partur av einari familju, ið átti ein urtagarð. Ein urtagarð fullan í alskyns plantum, ið tit øll kundu livað av. Ein stór familja, so tit valdu ein, ið skuldi stýra. Ímynda tær so, at ein tykkara fekk allar planturnar uttan atlit til framtíðar vøkstur ella tykkara møguleikar sum familja. 

Føroyska náttúrutilfeingið er ogn Føroya fólks, og tey ið hava tann framíhjárætt at virka við tí, skulu gjalda aftur til Føroya fólk. Tilfeingið skal vera tillutað eftir javnbjóðis møguleikum, soleiðis at allir føroyingar hava møguleika at luttaka í kappingini um tilfeingið, soleiðis at vit fáa ein dynamiskan marknað, sum framleiðir mest møguligt. Vit skulu øll njóta vøksturin í okkara urtargarði. 

 

Tað er av alstórum týdningi, at vit skapa vitanartung arbeiði. Okkara ungdómur er væl útbúgvin, og vit mugu hava arbeiði til tey at arbeiða í. Hesi arbeiði eiga í so stóran mun tað er møguligt, at vera partar av vinnuni. Vinnan ger í dag eitt ovurhondsstórt arbeiði við gransking av eitt nú aling. Við at granska í laksinum, hava vit skapt ein tann besta laksin í heiminum. Tí fer gransking at breiðka um kunnleikan til vinnuna, og tá kunnu vit skapa bestu vøruna møguligt. Vit skulu sum samfelag tráa eftir vitan og ikki útflyta hana. 

 

Tað eru fleiri størv, ið kunnu skapast í vinnum, ið ongin enn hevur roynt. Umframt at vit kunnu skapa nýggjar vinnur innan okkara høðvusvinnu, so er tað upplagt at vit skapa vinnur innan eitt nú ílegugransking. Okkara ílegubanki er serligur, og tað er stór skomm, at vit ikki megnað at skipa gransking inan økið í Føroyum. Okkara serstaki ílegubanki, ger tað møguligt at skapa eina vinnu, ið kann stegða sjúkum um allan heim. Okkara gransking kann gerast til heilivág av føroyingum í Føroyum. 


Fiskivinnan er høvuðsvinnan í Føroyum. Tað mugu vit altíð minnast til. Okkara urtagarður er havið, og tað er í havinum, at vit vinna okkara ríkidømi. Tað er fiskivinnan sum skal gjalda fyri okkara loysing, okkara vælferð og okkara mentan. Planturnar í okkara urtagarði er ogn fólksins, og tað skal vera føroyingum til allan vinning, at vit hava eitt slíkt ríkidømi at skapa okkara Føroyar við.