Reglugerð Unga Tjóðveldsins

§ 1. Felagið

Stk. 1. Navn felagsins er Unga Tjóðveldið.

Stk. 2.  Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Felagið hevur heimstað í Føroyum.

§ 2. Endamál

Endamál felagsins er at virka fyri stovnsetan av sjálvstøðugari føroyskari tjóð, og styðja og fremja tjóðveldishugsjónina, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í stevnu Tjóðveldis.

§ 3. Limir

Stk. 1. Limur kann gerast hann, ið tekur undir við stevnu floksins og er undir 30 ár.
Stk. 2. Tann, ið er yvir 30 ár, gerst stuðulslimur.

Stk. 3. Limur kann ikki vera limur í øðrum politiskum ungmannafelag ella politiskum flokki í Føroyum samstundis Tjóðveldi undantikið.

Stk 4. Landsnevndin skrásetir limir, ið ynskja at tekna seg í felagið. Limur skal sjálvur strika tilmelding sína, um ynski er til tess. Um hann ynskir at gera hetta, skal hann bera landsnevndini boð um hetta.

Stk. 5. Er illgruni um, at limur onkursvegna tarnar ella arbeiðir í móti áhugamálum felagsins, verður máli tikið upp av landsnevndini. Landsnevndin ger av, um málið skal takast upp á landsfundi ella eykalandsfundi. Mannagongdir skulu gerast um hetta. Landsnevndin setir seg i samband við viðkomandi og boðar frá mannagongdunum. Landsnevndin hevur ikki heimild at burturvísa limi.

§ 4. Landsfundurin

Stk. 1. Landsfundurin er evsta vald Unga Tjóðveldsins.

Stk. 2. Allir limir felagsins undir 30 ára aldur hava rætt til at atkvøða.

Stk. 3. Limagjald verður ásett av landsfundinum. 
Stk. 3.1. Verður onki samtykt á landsfundinum ásetir landsnevndin limagjaldið.

Stk. 4. Regluligur landsfundur verður hildin á hvørjum árið í mars mánað. Undir serligum umstøðum kann landsnevndin útseta áðurnevndu freist. Fundarboð verða givin minst tvær vikur undan landsfundinum.

Stk. 5. Á landsfundinum verður grannskoðaður roknskapur lagdur til góðkenningar.

Stk. 6. Landsnevndin ger sjálv skrá fyri landsfundin.

§ 5. Landsnevndin

Stk. 1. Evsta vald millum landsfundir og eykalandsfundir er landsnevndin.

Stk. 2. Umboðini í landsnevndini, ið ikki verða vald sambært § 5 Stk. 5,  verða vald á árliga landsfundinum við loyniligari atkvøðugreiðslu. Forkvinna/maður verður vald/ur umvegis serskilda atkvøðugreiðslu.

Stk. 3. Landsnevndin skal verða mannað av 3, 5, 7 ella 9 nevndarlimum.

Stk. 4. Tiltakslimir verða valdir samstundis sum nevndarlimir, og verða tey tiltakslimir eftir raðfylgju, ið ikki fáa fastan nevndarsess.

Stk. 5. Økisfeløgini eiga ein landsnevndarsess hvør, og velja økisfeløgini sjálvi hetta umboð.

Stk. 6. Landsnevndin, undantikið forkvinnuni/manninum (§ 5 Stk. 2), skipar seg sjálv.

 

§ 6. Altjóðanevndin
Stk. 1. Landsnevndin setur eina nevnd við minst einum umboði úr landsnevndini. 
Stk. 2. Formaðurin í nevndini skal vera limur í landsnevndini.
Stk. 3. Hægst 3 fólk sita í nevndini.

§ 7. Tekningarregla

Stk. 1. Felagið verður teknað av forkvinnu/manninum, næstforkvinnu/manninum og peningarøklinum í felag.


§ 8. Eykalandsfundur

Stk. 1. Eykalandsfundurin hevur eins stórt vald og landsfundurin.

Stk. 2. Eykalandsfundurin við framløgu av fundarskrá verður lýstur, um landsnevndin ella eitt av økisfeløgunum krevur tað. Eykalandsfundurin verður hildin í seinasta lagið tvær vikur eftir at krav um fund er sett fram.

Stk. 3. Fundarboð verða givin minst eina viku undan eykalandsfundinum.

§ 9. Viðtøkur

Stk. 1. Viðtøkur á lands- og eykalandsfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta.

§ 10. Lógarbroytingar

Stk. 1. Uppskot um lógarbroytingar í hesari reglugerð kunnu setast fram av landsfelagnum, økisfelagi ella av limum felagsins.

Stk. 2. Lógarbroytingar staðfestast  á lands- ella eykalandsfundi við einum meiriluta av 2/3 av møttu limunum.

§ 11. Avtøka av felagnum

Stk. 1. Avgerð um avtøku av felagnum verður tikin á lands- ella eykalandsfundi við 3/4 í meiriluta.

Stk. 2. Verður felagið avtikið fella møguligar ognir til Tjóðveldi.