Endamál

Unga Tjóðveldið hevur fleiri endamál við sínum virksemi. Vit arbeiða ímóti einum frælsum, samhaldsfastum fólkaræði, har ið fólkið er sett í miðdepilin. Hóast hetta eru stórmál, so fer tað aldrin at steðga Unga Tjóðveldið í at berjast fyri sínum endamáli. Um tú ynskir at lesa meira um, hvørji endamál Unga Tjóðveldið hevur sett sær fyri, kanst tú hyggja at breddanum: "Hvørjar Føroyar?". 

Annars vilja vit samla virkisfúsan ungdóm, ið vilja berjast fyri einum betri Føroyum, ið gagnnýtir sínar møguleikar til fulnar. 

Unga Tjóðveldið byggir á stevnuskrá Tjóðveldis, men Unga Tjóðveldið er ikki tengt at Tjóðveldi. Vit síggja tað sum okkara uppgáva at vera ringa samvitskan hjá Tjóðveldi. Um tey gera nakað, ið vit ikki halda vera í trá við tað, ið stevnuskráin sigur, so taka vit ikki undir við tí.