Søga felagsins

Vit hava biðið Jógvan Arge, ið var ímillum stovnararnar av felagnum, at skrivað søguna. Arbeiðið er enn í gongd, men her kanst tú lesa eitt brot, ið Jógvan segði í røðu, á 14. septembur-haldið Tjóðveldisins 2012.


"Hetta var fyrsta politiska ungmannafelag í landinum. Hugmyndin var sprottin av áganginum, sum Føroyar vóru fyri í hernaðarmálinum og rákinum við sjálvsstýrislandsstýrinum.

 

Felagið var virkið við limafundum, har oddafiskar í flokkinum og onnur greiddu frá, almennum mótmælisfundum, heilari blaðsíðu í floksblaðnum 14. september, vitjan í Íslandi, útgávu av søgubók eftir Erlend Patursson o.a.m.

 

Felagið varð stovnað um sama mundið, sum vit tríggir Jóan Pauli Poulsen, Arnbjørn Danielsen og Jógvan Arge vóru nevndarlimir í Næmingafelagnum í Hoydølum, eg sum formaður, teir sum blaðstjórar á Vitanum. Teir gjørdu eitt sera gott og mentanarliga ávirkað blað við fyndargreinum um skald og rithøvundar eins og onnur listarfólk. 

 

Teirra kreftir fóru eftir tað í Unga Tjóðveldið. Har endaði eg eisini í nevndini heystið 1965 saman við fleiri øðrum. 

 

Hernaðarmálið, sum tók seg upp síðst í fimmtiárunum, var eitt politiskt stórmál, sum upptók sinnini á sama hátt, sum stríðið undan fólkaatkvøðuni í fýratiárunum og seinni EEC-málið í sjeytiárunum.


Eisini her stóðu partarnir á flokspolitiska pallinum hvast hvør móti øðrum og politiski orðaleikurin var stundum øgiligur. Sjálvstýrislandsstýrið var ein landsstýrissamgonga millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Framburðsflokkinum sum stuðulsflokki frá januar 1963 til februar 1967. "