Tíðindi

Ung og arbeiðsrættindi í Starvsmannafelagnum


Unga Tjóðveldið hevur fingið fleiri søgur frá ungum, sum hava verið fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum. Serliga tykist ein trupulleiki at vera væntandi steðgir. Fleiri ung verða enntá trekt í løn fyri steðgir, sum tey als ikki hava møguleika at taka. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum nakað má gerast við.

Nýggj forkvinna/maður skal eisini veljast á landsfundinum. Elsa Berg, sum hevur verið forkvinna seinastu tvey árini, leggur frá sær.


Eisini bjóðar Unga Tjóðveldið ókeypis suppu, og Fróði Bjarnason Joensen spælir tónleik.

Landsfundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum (J. H. Schrøtersgøta 9, Havn) og byrjar kl. 12. Øll ung tjóðveldisfólk eru vælkomin.