Tíðindi

Guðrun í Jákupsstovu skrivað grein um javnstøðu

Guðrun í Jákupsstovu, limur í Unga Tjóðveldinum, skrivar.


Í august í fjør var eg biðin um at skriva eina grein um javnstøðu í Føroyum. Í juni árið eftir sat eg í Brússell og tosaði um tað greinina, og um feminismu sum heild, tá bókin "Feminism on the peripheries of Europe", var útgivin. Eg var umringað av fantastiska klókum kvinnum frá øllum fjarskotnum hornum av Evropa, sum kjakaðust um lønarmun, kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, stereotypur, intersektionalitet, glasloft, strukturellan ójavnað, og mangt annað sum fellir undir evnið feminismu. Eitt ótrúliga spennandi tiltak og ikki minni spennandi bók, sum hevur nógv viðkomandi og bráðneyðug íkast til kjakið um javnstøðu og feminismu í smátjóðum sum okkara.


Javnstøða, umboðan og fyrimyndir


Ofta verður sagt at javnstøða ikki er ein trupulleiki í okkara landi. At har eru onnur støð í heiminum, har munurin kynjana millum er so ovurstórur at kvinnur stórt sæð ongi rættindi hava mótvegis monnunum. At har eru onnur støð, har kvinnur verða revsaðar um tær verða neyðtiknar. Onnur støð har kvinnur verða noktaðar útbúgving og fría atgongd at flyta seg runt og fara og gera sum teimum lystir.

 

Ongin kollvelting er endalig, stendur skrivað onkrasteðs. Og tað er púra rætt, at tað heilt víst er tryggari og betri at liva og virka sum kvinna í einum vælfungerandi norðurlandi, sum Føroyum, enn tað er mongum í londum í ávikavíst Miðeystri, Afrika og eisini í Asia. Vit hava flutt okkum langt - men har er enn langt á mál.

 

Á 8. mars í ár - altjóða kvinnudegnum - blivu ymisk hagtøl løgd á borðið. Hagtølini snúðu seg mest um kvinnur í Føroyum og teirra støðu á arbeiðsmarknaðinum, og tølini talaðu fyri seg. Fyrst og fremst var inntøkumunurin sera stórur. Kvinnur áttu millum 50-60% av láglønarbólkunum alt frá at tjena 0 til 4-500.000 um árið. Tá lønirnar fóru uppum ta hálvu milliónina gjørdist gjógvin sera breið og har sóu vit bert 30% av kvinnum í hálønarbólkunum og tað endaði heilt uppi í 3%.

 

Somuleiðis sóu vit eisini hagtøl ið vístu á arbeiðstímar, og har vóru tað eisini kvinnur ið arbeiddu minni, nærum helvtin av øllum kvinnuligum arbeiðstakarum arbeiddu niðursetta tíð. Afturímóti arbeiddu bert 13% av mannligum arbeiðstakarum niðursetta tíð.

 

Hesi tølini kunnu tulkast sera ymiskt, alt eftir hvat man heldur um støðuna. Um man ikki heldur at tað er ein trupulleiki at menn hava nógv størri inntøku enn kvinnur, so er alt eisini í ordan. Tølini kunnu eisini tulkast sum, at í Føroyum eru familjumynstrini enn siðbundin og at maðurin er høvuðsforsyrgjarin. Niðursetta arbeiðstíðin hjá kvinnum kundi eisini bent á, at av tí sama so taka kvinnur høvuðsábyrgdina í heiminum og av børnum. Í Føroyum hava vit eisini ta serstøðu, at nógvir menn sigla enn úti og eru tískil burturi ein stóran part av tíðini frá heiminum. Tað setir størri krøv til hin forsyrgjaran at vera um heimið, serliga um har eru smá børn í myndini.

 

Tað, ið tó er sera problematiskt tá vit síggja hesi tølini er fyrst og fremst staðfestingin, at vit hava nógvar førleikar ið als ikki koma til sín rætt. Hagtøl staðfesta samstundis at tað eru kvinnur ið dominera hægri útbúgving. Fleiri kvinnur fara undir hægri lesnað og tær taka eisini longri útbúgvingar enn menn. Tó síggja vit enn ein arbeiðsmarknað sum staðfestir at menn sita við pengarnar og harvið eisini valdið. Eitt møguligt svar uppá hetta paradoksið er eitt ið tykist vera ein serføroyskur og sera álvarsligur trupulleiki: Kvinnur koma ikki heim eftir loknan lesnað. Tøl vísa at vit hava eitt undirskot uppá 2000 ungar kvinnur. Seinastu árini er okkara lítla samfelag veruliga blivið varugt við hvussu ein ovurstórur trupulleiki tað er. Fólkatalið og aldurssamansetingin í landinum verður skeiklað um vit ikki fáa hesar ungu kvinnurnar heim - at eiga børn væl at meina. “Vit mangla kvinnur í burðarførum aldri”, verður hesin trupulleikin sum regla umtalaður sum. Og tað er púra víst, at fólk mugu blíva við at fáa sær børn um okkara lítla samfelag skal vera lívið lagað. Men vit mugu steðga við at hugsa um kvinnur sum klekingarmaskinur og heldur hugsa um kvinnur sum eitt tilfeingi ið vit gera okkum alt ov lítið dælt av. Ein orsøk til at kvinnur helst ikki flyta heim kundi verið, at føroyska samfelagið enn er rættiliga mansdominerað. Eins og áðurnevnt so vísa tøl at tað eru enn menn ið sita á tí mesta av valdinum og teimum høgu inntøkunum. Blaðið “Vinnuvitan” gjørdi fyri tveimum árum síðani ein lista yvir hvar valdið í Føroyum lá. Listin tók serliga atlit til vinnulív, týdningarmiklar nevndarsessir og inntøku. Á hesum listanum vóru 18 menn og bert tvær kvinnur. Her er tó týdningarmikið at undirstrika at alt tað almenna, politiska verkið var við vilja ikki rokna uppí hendan listan.

 

Í tí almenna geiranum stendur - tíbetur - væl betri til. Kvinnur gerast alsamt meiri sjónligar, bæði í politikki og leiðarastørvum. Verandi landsstýri er fyri fyrstu ferð í søguni javnt mannað av kvinnum og monnum, og hetta er at fegnast um.

 

Tað er týdningarmikið at undirstrika, at javnstøða snýr seg ikki bert um kvinnur. Tað snýr seg um okkum øll - alt samfelagið. Javnstøða snýr seg um at gera av við gamlar fatanir av mannfólka- og konufólkastarvi. Tað snýr seg um at vit mugu hyggja at hvør øðrum sum fyrst og fremst menniskju við ymiskum førleikum og tørvum - ikki sum eitt kyn sum definerar okkara førleikar ella eginleikar. Í Føroyum eru nógv arbeiðspláss enn sera kynsbýtt. Umsorganarstørv sum pedagogar, sjúkrasystrar, heilsurøktarar osv, eru sera kvinnudomineraði. Søguliga sæð hevur umsorgan eisini altíð fallið í kvinnuleiklutin, áðrenn kvinnur komu út á arbeiðsmarknaðin. Hetta byrjar tó í dag at vísa seg at ofta vera ein vansi fyri menn. Menn vera ikki tiknir líka nógv í álvara sum foreldur, og eru tí ofta fyri vanbýti í verandi lóggávu. Her verður serliga sipað til lógina um barsilsfarloyvi. At javnseta menn og kvinnur í barsilslógini er ein hornasteinur fyri at skapa størri javnstøðu í Føroyum. Úrslit frá m.a. íslendsku barsilslógini vísa, at um man markar nakrar mánaðar av tí samlaða barsilsfarloyvinum bert til menn, so er nógv størri kjansur fyri at teir taka tað, enn um maður og kona kunnu deila farloyvið sína millum sjálvi. Átøk sum at tryggja monnum meira rættindi til síni børn eru sera týdningarmikil, tí børn hava eisini tørv á pápa sínum, og tað skal samfelagið ganga á odda fyri at tryggja.

 

Umboðan er eisini ein sera týdningarmikil faktorur í kjakinum um javnstøðu. Um vit vilja tað ella ikki, so sleppa vit ikki undan tí vit øll eru umboð fyri okkurt. Sum nú er, so umboða menn enn fyri ein stóran part vinnulívið í Føroyum. Kvinnur umboða í størstan mun umsorganarstørvini. Kvinnur og menn umboða bæði politiska vøllin í Føroyum, og soleiðis kunnu vit blíva við at remsa upp. Málið má vera at broyta uppá hetta mynstrið. Málið má vera at í framtíðini fara børnini í barnagarðinum ikki bara at siga “konurnar” tá tey tosa um starvsfólkini í barnagørðunum. Málið má vera vit ikki blíva við at siga “teir” tá vit tosa um vinnulív og týdningarmiklar nevndarsessir, men heldur “tey”. Málið, snøgt sagt, má vera at skapa eitt samfelag har allir bólkar eru breitt umboðaðir í øllum størvum og støðum. Tí tá vit eru umboð so eru vit eisini fyrimyndir. Lítlar gentur mugu fáa at vita, at teirra leiklutur er ikki bert at spæla við dukkur og spæla “mamma-og-børn”. Lítlir dreingir mugu fáa at vita at teir kunnu eisini gott kunnu spæla við prinsessukjólar og perla. Vit mugu skapa fyrimyndir fyri børn, sum vísa at tey kunnu vera júst hvat tey vilja - ein maður sum er pedagogur, ein kvinna sum stjóri.

 

Hetta eru ikki órealistisk mál. Og tað gongur vónandi eisini hendan vegin. Men tað er umráðandi at halda áfram at varpa ljós á hetta, og krevja at broytingar henda. Ongin kollvelting er endalig, og arbeiðið móti einum betri samfelagið ei heldur. Vit hava enn langt á mál til einar heilt javnsettar Føroyar, og vit mugu blíva við at arbeiða ímóti og viðurkenna tað. 


Guðrun í Jákupsstovu,
15. juni 2017



« Aftur