Tíðindi

Óli P. hevur teknað

Mánaðarligt skriv - Ein grønur mai mánaður

Seinastu vikurnar hava vit rópt hart og ótroyttiliga ímóti øllum ætlanum um oljuleiting. Vit hava rópt so hart, at ÓliP. hevur teknað eina skemtimynd av okkum og formanninum í Tjóðveldi. Vit hava mótmælt, skriva lesarabræv, heitt á okkara móðurflokk og skipað fyri tilaki. Okkara sokallaði grøni móðurflokkur er tíverri fyri eini náttúru oyðandi vinnu. Í Unga Tjóðveldinum vilja vit einar grønar Føroyar og ikki bert taka ábyrgd av okkara landi, men eisini av okkara náttúruvøkru Føroyum


Seinastu vikurnar hava vit rópt hart og ótroyttiliga ímóti øllum ætlanum um oljuleiting. Vit hava rópt so hart, at Óli P. hevur teknað eina skemtimynd av okkum og formanninum í Tjóðveldi. Vit hava mótmælt, skrivað lesarabrøv, heitt á okkara móðurflokk og skipað fyri tilaki. Okkara sokallaði grøni móðurflokkur er tíverri fyri eini náttúru oyðandi vinnu. Í Unga Tjóðveldinum vilja vit einar grønar Føroyar og ikki bert taka ábyrgd av okkara landi, men eisini av okkara náttúruvøkru Føroyum.

Í hesum sambandi skipaðu vit fyri tiltakinum "Latið oljuna liggja" saman við Ringrás, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag og West Nordic Studies. Og sjálvandi mótmæltu vit eisini! Mikudagin 17. mai vóru vit uttanfyri Smæruna í samband við at fjórða oljuútbjóðingarumfar varð sett í gongd. Vit høvdu gjørt bannarar til høvið, sum vórðu settir ymsastaðni, fyri at vísa á okkara ónøgd.

Men tað hava ikki bert verið vreiðisorð, ið hava fylt hjá okkum, men eisini gleðiróp. Samgongan hevur yvirtikið danskt málsøki - nevniliga persóns-, húsfólka og arvarætt. Løgtingið hevur samtykt broytingar í hjúnabandslógini, so at vit aftur eru eitt stig nærri einum litríkum føroyum - og tvey av sama kyni kunnu siga ja til hvønn annnan.

Tað er mai mánaði, so fyrr í mánaðinum skipaðu vit sjálvandi fyri 1. mai-dagshaldi saman við Sosialistisk Ung. Sonja Jógvansdóttir, Tráin P. Nónklett og Eli Bjartalíð hildu røðu.

Í næstum fer árliga summarskráin at koma út. Hon er sera spennandi, fjølbroytt og upplýsandi fyri allir limir og onnur við. So tað snýr seg um at fylgja við á okkara heimasíðu og Facebooksíðu. 



« Aftur