Tíðindi

Mánaðarligt skriv - Apríl

Fiskivinnunýskipan, stjórnarskipan, altjóða kvinnudagur, barsilsskipan, grønur politikkur... Ja, mong eru evnini, ið hava verið á skrá hjá Unga Tjóðveldinum seinastu vikurnar. Tað sæst og merkist, at vit eru eitt virkið felag og nógv spennandi tiltøk hava verið og fleiri eru ávegis. Sum nakað nýtt, fara vit at skriva út mánaðarliga kunning til okkara limir. Her er frá apríl.


Vit skipaðu fyri tiltaki í samband við altjóða kvinnudagin. Tað var eitt áhugavert og kunnandi tiltak um javnstøðu í Føroyum. Á fundinum varð ásannað, at stórar avbjóðingar eru og tí skrivaðu vit eina yvirlýsing av fundinum. Yvirlýsingin kann lesast her:

http://lesarin.fo/yvirlysing+fra+kvinnudagstiltaki+hja+unga+tjodveldinum.html

Tann 5. apríl settu vit sjóneykuna á barskilsskipanina, og tann mismun millum kyn vit síggja í lóggávuni í dag. Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og fyrrverandi forkvinna í javnstøðunevndini, og Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, høvdu upplegg á hvønn hátt javnstøðustríð og barsilsskipan hanga saman, og hvørjar broytingar skulu fremjast innan barsil.

Summarið nærkast í Føroyum og í Unga Tjóðveldinum merkist hetta eisini. Ein spennandi og fjølbroytt summarskrá er ávegis, sum raskir og dugnaligir limir eru í fer at fyriskipa. Meira um hetta fara tit at kunna lesa um á heimasíðuni og Facebook.

Vit eru eisini í fer við at leggja seinastu hondina á okkara umhvørvispolitikk. Hann verður lagdur fram til kjak á opnum fundi í næstum.

Og ikki at gloyma, so eru vit byrjaði at telja niður til fólkaatkvøðuna um føroysku stjórnarskipanina. Fríggjadagin 21. apríl seta vit hol á eitt áhugavert ár, har stjórnarskipanin verður í miðdepilinum. Yrkingar, røður og feitur tónleikur verður á skránni - og sjálvandi er tiltakið púra ókeypis.

Tiltakið á Facebook: https://www.facebook.com/events/227958481018308/?fref=ts

Komandi leygardag, tann 22. apríl luttaka vit í ársins ruddingardegi. Vit møtast við Skansan kl. 14.00 og allir limir eru hjartaliga vælkomnir at hjálpa!



« Aftur