Tíðindi

Nevndin skipað seg

11. mars hevði Unga Tjóðveldið árligan landsfund. Landsnevndin, ið varð vald á landsfundinum, hevði sín fyrsta nevndarfund mikudagin 15. mars. Umframt, at nevndin varð skipað, prátaðu vit um komandi árið.


Umframt, at nevdin varð skipað, prátaðu vit um komandi árið. Unga Tjóðveldið fer framhaldandi at leggja dent á at vaksa um og menna felagið politiskt og sosialt. Vit fara aftur í ár at skipa fyri tiltøkum, skeiðum, opnum fundum, kjakum og pallborðsfundum runt um alt landið. Vit fara at styrkja okkara felagsskap og einstaka limin. Unga Tjóðveldið fer at seta fleiri stór mál á skrá í felagnum m.a. stjórnarskipanina. Í samband við hetta fara vit at kunna limirnir og skipa fyri upplýsandi tiltøkum og kjakum, ið kunnu menna teg ungu og geva teimum møguleikan at luttaka í samfelagskjakinum.


Hvønn mánað verður tíðindaskriv lagt út á heimasíðuna og Facebook soleiðis, at øll fáa fylgt við í arbeiðinum at røkka okkara málum.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Elsa Berg, forkvinna og starvsnevndarumboð

Kristina Clementsen, næstforkvinna

Meinar Ortind, kassameistari

Sára Sondum, skrivari

Magnus Heinason Eysturoy, umboð í PolUng

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í altjóða nevndini

Høgni Jákupsson, landsnevndarlimur og miðlafólk

Tráin P. Nónklett, landsnevndarlimur

Brandar Heðinsson, umboðandi Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið og aðalstjórnarumboð

Mathias G. Schou, tiltakslimur

Petur Pauli á Høvdanum, tiltakslimur



« Aftur