Tíðindi

5 skjótar spurningar til Rasmus

Unga Tjóðveldið hevur tvey valevnir til býráðsvalið 8. november. Rasmus Steintórsson Biskopstø stillar upp í Klaksvíkar kommunu og Tráin Petursson Nónklett í Tórshavnar kommunu. Vit seta báðar fimm skjótar spurningar um mangt og hvat. Vit byrja við Rasmusi:


1) Um tú kanst møta einum kendum persóni, hvør skuldi tað verið?
Neil Degrasse Tyson.

2) Nevn tað besta við at búgva í Klaksvík!

Fyrst og fremst tey góðu fólkini, sum eg síggi í gerandisdegnum. Klaksvík er ein tætt bygdur og lítil býur, so tað er skjótt at flyta seg ímillum fólk, handlar, arbeiðspláss og ymisk tiltøk í frítíðini. Høgu fjøllini og havið eru somuleiðis altíð í nærheitini.

3) Hvat tekst tú við í gerandisdegnum?

Eg arbeiði í Føroya Bjór og royni at brúka mína frítíð saman við vinum og familju. Annars dámar mær væl at lesa bøkur og fara rennitúrar, men eg spæli eitt sindur for nógv telduspøl og brúki alt for nógva tíð uppá at hyggja eftir serium.

4) Besta uppfinningin higartil?

Kanska tað heita vatnið í brúsuni... Ella internetið.

5) Hvørjum tónleiki dámar tær at lurta eftir?

Eg eri rættiliga ókræsin og lurti eftir øllum frá Eminem til Ennio Morricone. Typiskt alternativan rock ella pop, tá eg koyri bil, Hip Hop, tá eg venji, instrumentalt, tá eg slappi av, og so dámi eg altíð góðan føroyskan tónleik.



« Aftur