Tíðindi

5 skjótar spurningar til Tráin

Unga Tjóðveldið hevur tvey valevnir til býráðsvalið 8. november. Rasmus Steintórsson Biskopstø stillar upp í Klaksvíkar kommunu og Tráin Petursson Nónklett í Tórshavnar kommunu. Vit seta báðar fimm skjótar spurningar um mangt og hvat. Vit spyrja Tráin:


1) Um tú kanst møta einum kendum persóni, hvør skuldi tað verið?

Malala Yousafzai! Skotin í høvdið av Taleban sum tannáringur fyri at blogga um rættin til skúlaskap hjá gentum. Allíkavæl gavst hon ikki við at vera aktivistur og arbeiðir fyri, at øll børn hava rætt til skúlaskap. Hon er fantastisk!

2) Nevn tað besta við at búgva í Tórshavn!
Sum heild eru fólk her rættuliga progressiv. Eisini eru nógv feit støð, t.d. Reinsaríið, Viðarlundin og ymsar matstovur, handlar og barrir.

3) Hvat tekst tú við í gerandisdegnum?
Eg lesi søgu á Setrinum. Eisini eri eg virkin í Unga Tjóðveldinum, FNU Ung og Føroyanevndini hjá MFS og brúki eitt sindur for nógva tíð uppá Netflix. Annars er tað bara hugni við vinum og familju.

 

4) Besta uppfinningin higartil?
Brillur! :)

5) Hvørjum tónleiki dámar tær at lurta eftir?
Mær dámar best reggae og punk tónleik. Bob Marley, Alborosie og Cerebral Ballzy eru mínir yndisbólkar. 200 er heilt sikkurt tann feitasti føroyski bólkurin!



« Aftur