Tíðindi

Ung velja Føroyar, men velja Føroyar ung?

Tíðindini um, at fleiri ung velja Føroyar sum lestrarland, eru frálík. At fleiri ung velja Føroyar at reiðrast í er ein verulig loysn uppá eina rúgvu av trupulleikum í Føroyum. Demografiska ræðumyndin, um fá ung og mong gomul, kann broytast og fólkatalið vaksa enn meir. Men støðan er enn, at tey, ið velja Føroyar, ikki hava nóg góðan møguleika at fáa bústað, tí at bústaðarmarknaðurin er so vánaligur. Hvat um Tórshavnar kommuna loysir trupulleikan, heldur enn at bíða eftir at Bústaðir ger tað?


Tórshavnar kommuna svíður, eins og aðrar kommunur, undir, at tað eru ov fá ung í Føroyum. Ung fólk, sum velja Føroyar frá, festa røtur uttanlands, og jú longri tey búgva uttanlands, jú minni er møguleikin fyri at tey flyta heim aftur. Hetta er eitt faktum, men enn hevur ongin gjørt nakað haldgott við trupulleikan. Tórshavnar býráð hevur roynt at samstarva við Bústaðir, men spurningurin er, um tað er gongda leiðin í hesum málinum. Higartil hevur tað gingið ov seint!

Tað eru fleiri stórir íleggjarar í Føroyum. Í Tórshavn eru Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hava pengar at arbeiða við. Øll fakfeløgini eru bundin at Lív ella Betri Pensjón, sum kanska eru størstu pensjónsgrunnar í Føroyum. Tað er upplagt at Tórshavnar kommuna vendir sær til hesi feløg og loysir trupulleikan, soleiðis at vit í felag fáa bygt íbúðir til ung. Hugsunarhátturin má broytast, soleiðis at Tórshavnar kommuna steðgar við at bíða eftir Bústøðum, men heldur ger eina ætlan, og bjóðar Bústøðum við, um tey vilja.

Tað er ikki bara ein landstrupulleiki, at ov fá ung koma heim. Tað er eisini trupulleikin hjá Tórshavnar kommunu. Ungdómurin tørvar ein betri bústaðarmarknað og hetta eigur at vera eitt av fremstu málum hjá komandi býráðnum! Høvuðsstaðurin skal vera ein veruligur lestrarbýur við øllum tí, sum hoyrir til. Høvuðsstaðurin skal standa á odda fyri hesum framburði. Tað eru ikki bert ung, ið skulu velja Føroyar - Føroyar skal eisini velja ung!

Tráin Petursson Nónklett,

Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar kommunu
30. august 2016



« Aftur