Tíðindi

Tróndur Fuglø hevur tikið myndina.

Nýggj nevnd í Unga Tjóðveldinum í Norðuroyggjum

Fríggjakvøldið 2. november var aðalfundur hjá Unga Tjóðveldinum í Norðuroyggjum.


Á skránni var tónleikur frá Jákupi Bernhardi Brim Joensen og røður frá Rógva Jakobsen, formanni í Unga Tjóðveldinum í Norðuroyggjum og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Umframt tað, skuldi nevndin veljast av nýggjum.

Fundurin var hildin í Miðstovu í Leikalund, og nakað av fólki var møtt upp - flest ung fólk, men eisini onkur tilkomin var komin at vísa sín stuðul.

Tá Unga Tjóðveldið í Norðuroyggjum varð stovnað fyri ári síðani, var Áron Sofus Vest valdur til formann, meðan Rógvi Jakobsen var varaformaður. Síðan Áron flutti uttanlands, hevur Rógvi virkað sum formaður. Á fundinum skuldi nýggjur formaður veljast. Rógvi Jakobsen og Ólavur Justesen, sum eisini hevur verið virkin í nevndini í UTN, bjóðaðu seg fram til forman. Rógvi Jakobsen vann formansvalið, og helt tí fram í formanssessinum hjá Unga Tjóðveldinum í Norðuroyggjum.

Til nevndina bjóðaðu Erland Sivertsen og Ólavur Justesen seg fram. Av tí at ongin kapping var um nevndarsessirnar, komu teir báðir í nevnd uttan val. Sostatt er nevndin í Unga Tjóðveldinum í Norðuroyggjum mannað við Rógva Jakobsen sum formanni umframt Ólavi Justesen og Erlandi Sivertsen.

Ólavur er næstformaður og skrivari, og Erland er kassameistari.

Á myndini eru frá vinstru: Ólavur Justesen, næstformaður og skrivari, Rógvi Jakobsen, formaður og Erland Sivertsen, kassameistari.




 



« Aftur