Litfagrar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Litfagrar Føroyar! 


 

Ymiskleiki og fjølbroytni er júst tað, ið ger eitt samfelag sterkt. Ræðumyndin er eitt konservativt samfelag, ið verjir tað gamla, uttan fyrilit til framburð og tað nýggja. Føroyska samfelagið er noytt at ásanna, at vit kappast við allan heim um tað týdningarmesta, ið nakað samfelag byggir á, nevnliga fólk. Vit hava brúk fyri øllum, og í tí sambandi mugu vit ásanna, at tað er ikki húðarlitur, kynslig sannføring ella trúgv ið ger ein, til tann hann er. Vit eru øll fólk, og vit eru øll líka! 


Samkynd skulu sjálvandi hava somu borgarligu rættindi sum øll onnur. Tað skal bera til hjá samkyndum pørum at gifta seg í borgarligum húsum. Ongin hevur rætt at taka rættindi frá fólki, ið tey áttu at havt sum eina sjálvfylgju. Vit skulu ikki beina fyri ymisleika, men heldur stuðla honum. 

Politiski myndugleikin hevur til uppgávu at virka fyri, at allir minnilutar í Føroyum verða virdir. Ístaðin fyri at forða fyri at minnilutabólkar sleppa at virka, so átti tú at stimbra teimum. Fólkaskúlin skal arbeiða fyri at bróta tabu evnir sum best til ber. Okkara børn skulu liva í tí veruleikanum, sum er. Tað eru samkynd fólk í Føroyum, tað eru ymiskir trúðarbólkar her, og her eru fólk við ymiskum húðarlitum. Vit hava øll okkara ymisleikar, og ongin dámar at vera fyri mismuni av teirra ymisleikum. Vit skulu læra okkara børn, at allir minnilutar eru í okkara samfelagi, og tað skulu vit vera glað fyri. 

Føroyar er ikki eitt ómøguligt land, men eitt land fult í møguleikum. Her skulu vit virka fyri at virða meirilutan, men at verja minnilutan. Her skalt tú kunna liva títt lív, og her skalt tú vera vælkomin. Føroyar er land teirra, ið góðtaka granna sín, óansæð hansara ymisleikar. Vit eru øll menniskju, og vit eru øll líka!