Samhaldsfastar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Samhaldsfastar Føroyar! 


 

Tað er av størsta týdningi at fólk, ið búleikast í Føroyum, trívast her uttan mun til førleika ella uppvøkstur. Pengar skulu ikki vera forðing fyri, at tú eins væl og onnur, kann fáa eina útbúgving, ella fylgja tínum dreymum. Vit ynskja eitt samfelag, ið loftar teimum, sum hava tørv á tí. Eitt samfelag, sum rúmar øllum fólki, tí vit hava brúk fyri øllum fólki. Eftir okkara tykki er grundin til vit liva í einum samfelagi, at vit skulu bjarga hvør øðrum. 

Arbeiðsgevarin hevur brúk fyri arbeiðaranum, eins væl og arbeiðarin hevur brúk fyri arbeiðsgevaranum. Um tað, av eini ella aðrari orsøk, skuldi borið tær undan at virka í tínum verki, skal samfelagið lofta tær sum skjótast, soleiðis at tú aftur kann koma at virka í tínum verki. Um tú somuleiðis hevur brúk fyri lækna ella sálarligari hjálp, skal tað verða tær givið. Tú skal ikki missa lív ella førleikar, tí tín peningaliga orka ikki klárar at gjalda læknanum lønina. 
Eitt samfelag, sum kann bjóða tær hesar tænastur er dýrt at reka. Hetta merkir, at vit í felag skulu bera byrðuna, men tað er týdningarmikið at minnast til, at ikki allir herðar eru líka sterkar. Tí skal tann ið orkar at bera tríggjar tunnur, bera eina fyri tann, ið bert orkar eina. 
 

Unga Tjóðveldið byggir sín politikk upp á frælsi og fólkaræði. Tað er av alstórum týdningi, at vit øll hava javnbjóðis møguleikar. Frælsi hins einstaka skal ikki avmarkast til ríkidømi í pengum, tí at tað eru fleiri ting, ið gera eitt samfelag ríkt. Vit hava brúk fyri hvørjum einstaklingi í okkara Føroyum. Hvør einstakur hevur sínar heilt serstaku gávur, ið vit kunnu nýta sum samfelag. Soleiðis verða vit ríkari, og einans soleiðis verður felagsskapurin sterkari. Við felagsskapinum tryggja vit líkarættindi hjá tí einstaka í bestan mun, tí at tá er títt frælsi sum einstaklingur ikki tengt at pengum. 

Føroyar skulu sjálvandi virka fyri, at allir samfelagsbólkar fáa nøktandi tilboð. Børn við serligum tørvi skulu fáa undirvísing í nærumhvørvinum, og eldri fólk við slíkum trupulleikum skulu eisini sleppa at arbeiða, um tey ynskja tað. Allir borgarar í okkara samfelagi, hava sama rætt til eitt virðiligt lív. Tað er uppgávan hjá samfelagnum at lofta teimum, ið hava tørv á tí, men samfelagið eiga vit øll.