Frælsar Føroyar!

Hvørjar Føroyar? - Frælsar Føroyar! 


 "Freedom"- eftir Zenos Frudakis

Tað er ein sannroynd, at føroyska fólkið er eins væl fyri í allar mátar sum onnur fólk. Vit hava vælútbúgvin fólk, sum í allar mátar kunnu sammetast við onnur væl lærd fólk. Vit hava eisini hartarbeiðandi verkamannafólk, sum eru eins væl fyri, sum ein hvør onnur verkamannafjøld. Til fyrimun hava vit, føroyska fólkið, at vit kenna okkara oyggjar best. Tað er ongin tjóð, ella nøkur stjórn, ið er betur egnað, til at stýra okkara landið. Her eru vit evnaði, og her eru okkara talentir sloppin at stimbrast. 


Í Føroyum hava vit nógvar hentleikar, ið kunnu bjarga okkum. Vit hava eitt ovurhonds náttúrutilfeingi, umframt okkara fólkatilfeingið, ið okkum er givið at virka við. Við okkara náttúru og fólkatilfeingi, skulu vit byggja land. Um vit gera tað á besta hátt, er tað ein sannroynd, at tilfeingið veksur. Vit hava trupulleikar at berjast við, sum vit kunnu loysa, við okkum sjálvum sum amboð. Tá fara Føroyar at vaksa, og ríkidømi at blomstra. Men eitt annað amboð, ið er neyðugt, um Føroyar skal gerast eitt sterkt land, er loysing. 

 

Føroyska fullveldið eigur at verða skipað í eini langtíðarætlan. Vit skulu seta eitt mál og arbeiða fram ímóti tí, tí at uttan mál, eru ongin úrslit. Um vit ynskja at fáa fólk aftur hendavegin, mugu vit gera langtíðarætlanir og avgera, hvussu vit ynskja at virka í okkara samfelagi. Tað er ein sannroynd, at um tú minkar stuðul, so veksur sjálvbjargni, tí at stuðul máar støði undir sjálvbjargni. 


Vit hava nokk av úrslitum at dúvað uppá. Tað er bert eitt, sum heldur okkum frá at taka síðstu stigini á fullveldisleið, og tað er okkara egna afturhaldni. Tað sigur seg sjálvt, at ein tjóð, ið hevur livað í kúgan og hevur mist síni rættindi, spakuliga byrjar at halda, at hon er ikki før fyri at stýra ella hava sjálvræði. Søgan sigur okkum, at tað var afturhaldni frá føroyinginum, sum gjørdi, at føroyskt ikki kundi gerast undirvísingarmál. Tað var eisini afturhaldsinnaðar røddir, sum søgdu, at tað ikki bara til at gera vegir í Føroyum. Tú kundi heldur ikki snakka føroyskt í kirkjuni, tí at hin sami Guð, sum tey søgdu kundi telja hvørt hár á tínum høvdi, hann dugdi ikki føroyskt… 

Vit í Unga Tjóðveldinum mæla til, at slíkir hugsunarhættir verða sleptir, tí at søgan sigur okkum eisini, at hvørja ferð at eitt stig er tikið á fullveldisleið, so er ongin, ið hevur angrað tað. Hvør einstakur í samfelagnum skal vaksa upp í tí veruleika, at Føroyar er ikki eitt ómøguligt land, men eitt land sum er fult í møguleikum. 

 

Í Unga Tjóðveldinum vita vit akkurát, hvat vit ynskja okkum. Vit ynskja eitt gott samfelag. Vit ynskja eitt samfelag, har frælsi hjá tí einstaka ikki er avmarka eftir, hvørjar inntøkur ella sosialar umstøður persónurin livur í. Vit ynskja eitt samfelag, har ongin munur verður gjørdur á tí einstaka, óansæð húðarlit, trúgv ella kynsliga orientering. Vit ynskja eitt samfelag, sum skal verða virt sum tað, ið tað er, nevniliga eitt ríkt samfelag, sum ikki er ómøguligt, men sum er fult í møguleikum. 

Vit ásanna eisini, at frælsi ikki læsir nakrar hurðar, men heldur letur nýggjar upp. Loysing er í veruleikanum samband, men ikki samband, ið avmarkar seg til ein ríkisfelagsskap, men samband, sum er við allan heimin. Hóast vit eru lítil, so eru allar fortreytir fyri vøkstri. Her liggur Føroyar, heimsins nalvi. 

 

Tí spyrja vit í Unga Tjóðveldinum, "Hvørjar Føroyar ynskir tú tær?" Vit vita, at vit ynskja einar frælsar Føroyar!