Hvørjar Føroyar?

Eitt land fult í møguleikum:

Tað eru ongir avgjørdir trupulleikar, ið vit ikki kunnu loysa. Grundarsteinurin undir okkara hugsanarhátti er júst, at tað eitur "avbjóðingar" fram um "forðingar." Tað er okkara fatan, at tær frælsu Føroyar skulu hava tey somu tilboðini, ið aðrar tjóðir hava, men vit ásanna eisini, at tað eru ymiskar avbjóðingar, ið skulu basast, áðrenn vit av sonnum kunnu kalla okkum fræls. Lat okkum bara altíð hava í huga, at vit eru ein tjóð, ið ikki er ómøgulig, men sum er full í møguleikum! 

 

Unga Tjóðveldið er ein fylking: 

Unga Tjóðveldið varð sett á stovn, og var tað frá byrjanini av felag teirra ungu, sum fylkjast á frælsisleið. Felagið skuldi virka undir stevniskrá Tjóðveldis, og stevnan var frá byrjanini av grundarlagið undir ungdómsfylkingini. Frælsislyntur ungdómur í Føroyum kundi ikki góðtaka, at Føroyar var í eini hjálandastøðu, har ið føroyska tjóðin varð kúgað, sum eitt óvirðiligt fólk, ið ikki kundi klára seg sjálvan. Endamálið var at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Unga Tjóðveldi virkar enn í dag fyri sama endamáli, at stovnseta føroysku tjóðina, sum sjálvstøðug tjóð. 


Hvørjar Føroyar? 

Tað býr ein rættvísiskensla í okkum øllum. Allur okkara politikkur er bygdir á rættvísi. Tað er ikki meiri enn rættvíst, at ein og hvør tjóð hevur valdið yvir sínum egnum landi. Tað er rættvíst, at allir samfelagsborgarar hava somu fortreytir fyri einum sømiligum lívi, og tað er rættvíst, at allir føroyingar merkja ágóðan av tí, ið allir føroyingar skulu hava rætt til, nevniliga okkara tilfeingi. 

Vit spyrja teg, "Hvørjar Føroyar ynskir tú?" Ynskir tú einar veruligar Føroyar, ið ikki bara eru ein klombur á tí donsku fíggjarlógini? Ynskir tú felagsskap við umheimin, ið ikki avmarkar seg til ríkisfelagsskapsins trongu skógvar? Ella ynskir tú at byggja land saman við okkum?