Kalendari

Arbeiðsmøguleikar í Føroyum - Verður pláss fyri mær?

Ofta hoyra vit bæði í Föroyum og uttanlands at ung útbúgva seg til arbeiðsloysi. Ikki minst í föroyskum höpi er vanligt at spyrja hvat allar hesar útbúgvingarnar skulu brúkast til. Hóskvöldid 17. august kl.19 hevur Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið opnan fund um hetta evni.


Marita Rasmussen, stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í Vinnuhúsinum, kemur at hugleiða um hvört föroyingar taka útbúgvingar, sum ikki kunnu nýtast í Föroyum, og tískil útbúgva seg til arbeiðsloysi ella varandi útlegd.

Aftaná greiður Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, frá hvörja hugsjón og ætlanir Tjóðveldi hevur innan hetta ökið.

Kaffi, öl og kaka verður í steðginum, og öll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast á Gamla Apoteki!



« Aftur