Kalendari

Fólkafundur á Doktaragrund

Ólavsøkan nærkast, og eins og undanfarin ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund úti á Reyni. Fólkafundurin á Doktaragrund er vorðin fastur og vælumtóktur táttur á Ólavsøku, og í ár vænta vit eins nógv fólk og undanfarin ár.


Í ár eru tað Karin Kjølbro, onnur av fyrstu kvinnunum, ið vórðu valdar á Føroya Løgting, og Rasmus Steintórsson Biskupstø, ið bera fram røðu. Rasmus Steintórsson Biskupstø er sera virkin í Norðoya Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum og er júst liðugur við bachelorútbúgvingina innan sosialvísind og samfelagsplanlegging.
Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ber fram síni eyðkendu skjaldur. 

Víđakendi og framúrskarandi Høgni Lisberg framførir fýra løg til fólkafundin. Hann hevur giviđ fleiri fløgur út og er sera væl umtóktur.

Á skránni er eisini eitt yvirraskilsi og enda verður við tjóðsanginum. 

Fólkafundurin verður 29. juli klokkan 19 á Doktraragrund úti á Reyni.

Skráin í tilvildarligari raðfylgju: 
Karin Kjølbro ber fram røðu
Høgni Lisberg spælir nøkur løg 
Carl Jóhan Jensen ber fram skjaldur
Rasmus S Biskupstø ber fram røðu
Yvirraskilsi

Við frælsiskvøðu!



« Aftur