Kalendari

Fólkafundur á Køtlum

TINGAKROSSUR! Í øldir hevur várting verið hildið í Køtlum, sum er miðstaðurin í Norðoyggjum, og her vóru, millum annað, lokalar trætur avgjørdar. Í 1600 talinum var vártingið flutt inn í Vág, nú Klaksvík, og síðani hevur forni tingstaðurin í Køtlum staðið sum ein varði yvir farna tíð.


Nú vil Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum aftur savna fólk uppi í Køtlum. Hesaferð vera ongar trætur avgjørdar á tingstaðnum, men vit hava ein boðskap, sum vit halda vera viðkomandi fyri norðoyingar og aðrar føroyingar. 

"Nú er tann stundin komin til handa"

Leygardagin 23. juli møtast vit við vatnbrunnarnar uppiyvir Ánunum og fara kl 13.30 til gongu niðaná Áarskarð. Haðani ganga vit víðari norð á Katlarnar. 

Tey, sum ikki hætta sær uppum Áarskarð, kunnu fara styttru leiðina frá Árnafirði. Kl. 14 byrja vit at ganga í millum Árnafjarðar og Hvannasundstunnlarnar, og ganga haðani niðan á Katlarnar. Fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika í tunnlunum norður um Fjall, hittast vit á vendiplássinum vestarumegin Árnafjarðartunnilin, og fylla bilarnar har, og koyra so saman ígjøgnum tunnilin.

Óluva Klettskarð ber fram røðu.

Fundurin verður settur kl 15. 



« Aftur