Kalendari

Politiskar hólmgongur

Hóskvøldið 7. juli kl. 19 verður stríð í Perluni, tá politikarar bresta saman í hólmgongu. Politikarar úr Tjóðveldi, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum luttaka. Evnini eru loysing/samband, vælferðarpolitikkur og nýskipan innan fiskivinnuna.


Til fyrsta evnið eru tað Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis og landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri sambandsflokkin, ið bresta saman. Skulu Føroyar gerast ein sjálvstøðug tjóð ella verða verandi í danska kongaríkinum? Hví, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir?


Um vælferðarpolitikk eru tað Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ið enda í hólmgongu. Hvussu skal vælferðin fíggjast? Skulu vit spara enn meir ella víðka um vælferðartænasturnar?

Til triðja evnið eru tað Ingolf S. Olsen og Jacob Vestergaard, ið bresta saman í kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni. Hvussu skal nýggja skipanin síggja út? Skal talan vera um almenna sølu av fiskirættindum ella skal skipanin vera í núverandi líki við smáum broytingum?

Kom oman í Perluna hóskvøldið 7. juli kl. 19:00 og hoyr góð og hørð kjak millum okkara politikarar. Øll eru vælkomin.



« Aftur