Kalendari

1. maidagshald - 30. apríl

Leygardagin 30. apríl heldur arbeiðsbólkurin "Ungdómur fyri 1.mai" eitt tiltak í Viðarlundini í Havn í sambandi við at Altjóða arbeiðaradagurin er 1. mai.


Tað verður ÓKEYPIS suppa og sjálvandi okkurt gott kalt at fáa afturvið ;)

Umboð fyri Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið bera røðu fram. Tað verður eisini ein gestarøðari, og onkur loyniligur kemur at spæla.

Tiltakið byrjar klokkan 20.00, og tað er í Viðarlundini, har ið pisurøðurnar verða hildnar.

SKRÁ:
- Verið vælkomin - umboð úr arbeiðsbólkinum bjóða vælkomin
- Felagssangur
- Røða frá Unga Tjóðveldið - Magnus Heinason Eysturoy ber fram røðu.
- Røða frá Sosialistisk Ung - Barbara Gaardlykke Apol ber fram røðu.
- Sangur - Ragnar Finsson
- Gestarøðari - Kristianna Winter Poulsen
- Felagssangur

Møtið fjølment!



« Aftur